Ongi úrslit

Búi heldur fram í EB/Streymi

Nú hava 29 ára gamli Búi Egilsson og EB/Streymur skrivað undir nýggja avtalu

Jonhard Hammer
29. november kl. 15:30

Tað var sum plettskot, tá ið Búi Egilsson fyri einum ári síðani skrivaði undir sáttmála við EB/Streym.

Hann hevði ilt við at vinna fast pláss á liðnum hjá NSÍ, har hann var øll árini frá 2019 og fram til 2024.

Undan hesum kappingarárinum flutti Búi Egilsson til EB/Streym, og tað vísti seg at vera gott hugskot. Í landskappingini var Búi Egilsson við í 26 dystum, og hann skoraði sjey mál.

Nú hava 29 ára gamli Búi Egilsson og EB/Streymur skrivað undir nýggja avtalu, sum ber við sær, at Búi eisini komandi kappingarár spælir í EB/Streymablusuni.

Sambært FaroeSoccer hevur Búi Egilsson spælt 209 dystir og skorað 33 mál í bestu landskappingini.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

20 tímar síðan