Í 2025 vórðu 192 mál skrásett. Av hesum vóru 44 klagur og eftirlitsmál, 128 fyrispurningar og forhandarmetingar, og 20 onnur mál.
Hetta er ein lækking samanborið við undanfarna ár, tá talið var hægri. Samstundis vísir samansetingin, at nógv virksemi snýr seg um vegleiðing heldur enn beinleiðis eftirlit.
Ein stórur partur av arbeiðinum er tí at svara spurningum og hjálpa borgarum og vinnurekandi at skilja reglurnar.
Telefonfyrispurningar minka framhaldandi
Talið av telefonfyrispurningum er minkað trý ár á rað. Í 2023 vórðu 147 spurningar skrásettir. Í 2024 vóru teir 124. Í 2025 vóru teir 115.
Av teimum 115 spurningunum í 2025 snúðu 59 seg um feilir við vørum, umvælingar og rættindi hjá keyparum. Brúkaraumboðið kann ikki taka hesi mál upp sjálvt, men veitir vegleiðing. Tað merkir, at borgarar ofta standa eftir uttan ein myndugleika, sum kann taka avgerð í sjálvum málinum.
Meira fokus á kunning og fyribyrging
Í 2025 valdi Brúkaraumboðið at arbeiða meira fyribyrgjandi. Stovnurin hevði 12 framløgur fyri ymiskum bólkum, millum annað vinnurekandi, næmingum og fakfólki.
Eitt stórt fokus var á sosialar miðlar og ávirkarar (influencers). Í november skipaði Brúkaraumboðið fyri einum tiltaki í Perluni í Havn, har fleiri enn 80 fólk luttóku. Her varð serliga varpað ljós á, hvussu lýsingar á sosialum miðlum skulu merkjast, og hvussu borgarar kunnu skilja munin á lýsing og persónligum innihaldi.
Somuleiðis fekk stovnurin nýggja heimasíðu, har vegleiðingar eru gjørdar meira atkomuligar, og nýtt tilfar er lagt út.
Tørvur á brúkaraklagunevnd framvegis staðfestur
Brúkaraumboðið vísir aftur í 2025 á tørvin á eini brúkaraklagunevnd. Sambært frágreiðingini hevði ein slík nevnd bøtt munandi um rættarstøðuna hjá borgarum.
Í dag er støðan tann, at brúkarar í nógvum førum mugu fara umvegis dómstólarnar, um teir vilja fáa eina avgerð. Hetta kann vera bæði dýrt og tíðarkrevjandi.
Stovnurin heldur fast við, at bæði mekling og ein klagunevnd eiga at verða sett á stovn.
Les alla ársfrágreiðingina her: https://bruk.cdn.fo/savn/l0yh03bj/arsfragreiding-2025.pdf?s=5r9oasiO_2y7sNiDm46Y057VpLM