Tað eru ongar ætlanir um at broyta mátan, atvkøðurnar á kommunuvalinum, verða roknaðir út upp á. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur annar spurt hann um ætlanin er at gera nakrar broytingar.
Tað ger hann eftir at Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, hevði eina grein á www.dimma, har hann vísir á, at roknihátturin, sum verður brúktur í samband við kommunuval, er til beinleiðis fyrimun fyri størru flokkarnar. Hetta er annars ein rokniháttur, vit eru farin burtur frá í sambandi við løgtingsval.
Í Havn merkti hetta, at størsti flokkur, Tjóðveldi fekk fýra umboð, men hevði sami rokniháttur verðið brúktur sum til Løgtingið, hevði hann fingið trý umboð. Og av tí sama fekk Framsókn einki umboð í Tórshavnar býráð.
Í Klaksvík gjørdist støðan tann sama, tí har fekk Fólkaflokkurin fekk fimm umboð, og var líka við at fáa seks. Men varð sami rokniháttur brúktur sum til Løgtingið, hevði Fólkaflokkurin fingið fýra umboð og Javnaðarflokkurin hevði fingið ein býráðslim afturat og hevði sostatt fingið tveir býráðslimir í Klaksvík.
Bjarni Kárason Petersen vísir á, at D’Hondt roknihátturin, sum verður brúktur í sambandi við kommunuval, er ein væl kendur og nógv brúktur háttur til at býta umboðini ímillum listar og flokkar.
D’Hondt roknihátturin tryggjar, at umboðini verða býtt lutfalsliga, alt eftir atkvøðutalinum, sigur Bjarni Kárason Petersen.
– Sum við øllum útrokningarháttum, eru eisini fyrimunir og vansar við D’Hondt háttinum, sigur hann. Ein fyrimur er, at hann er nógv brúktur, hann er einfaldur og lættur at skilja, og sostatt er hann gjøgnumskygdur - og tað er alt gott fyri fólkaræðið.
Hinvegin skeiklar hesin rokningarhátturin býtið av umboðum ímillum stórar og smáar flokkar. Tað merkir, at tað er verri hjá smáum flokkum at fáa umboð í kommunustýri enn tað er hjá størri flokkum.
– Tað kann hava við sær, at fólk aftra seg við at atkvøða fyri nýggjum, ella smáum, flokkum, tí tey stúra fyri, at atkvøðan kann fara til spillis, sigur landsstýrismaðurin.
– At gáttin fyri smærri flokkar er hægri, kann sjálvandi minka um fjølbroytni í politikki, heldur Bjarni Kárason Petersen.
Annars sigur hann, at í 2010 varð farið var frá D’Hondt háttinum í sambandi við løgtingsval, yvir til størsta brøk.
– Í løtuni er eingin ætlan um at broyta roknihátt fyri kommunuval, sigur landsstýrismaðurin. Men hann leggur aftrurat, at samstundis eiga vit at vera tilvitað um, hvussu hetta ávirkar umboðanina í kommunustýrunum.