Brostrøm vrakar enn eitt koppingarevni

Fyrst valdi danska heilsustýrið at fyribils vraka AstraZeneca. Nú er tað Johnson & Johnson, ið verður tikið úr koppingarætlanini

Sigurjón Einarsson
3. mai 2021 kl. 15:05

Nú er enn eitt koppingarevni vrakað av donsku heilsumyndugleikunum. Talan er um Johnson & Johnson, sum verður droppað av donsku myndugleikunum.

Tað skriva Ekstra Blaðið, B.T, Ritzau og Berlingske.

Orsøkin til, at danska heilsustýrið nú eisini tekur Johnson & Johnson úr koppingarætlanini er, at tað hava verið nakrir illgrunaverdir tilburðir av blóðproppar hjá fólki, sum hava fingið Johnson & Johnson.

Tað var annars ætlanin, at Johnson & Johnson skuldi veruliga fáa gongd á koppsetingina, tí talan bert er um eitt prik, og tað var eisini koppingarevnið, sum danir hava bílagt mest av. Tað neyva talið er 8,2 milliónir skamtar.

Hetta merkir, at koppingarætlanin ikki heldur tíðarætlanina, og er útsett við umleið trimum vikum, sambært donskum miðlum. Hetta merkir millum annað, at tey millum 20 og 40 ár mugu bíða eitt sindur longri enn, áðrenn tey verða koppsett.

Landsapotekarin hevur áður sagt, at verður danska koppingarætlanin útsett nakrar vikur, so rakar tað eisini beinleiðis føroysku koppingarætlanina.