Ongi úrslit

Brek á rulluportri elvir til trupulleikar við seyði í Trongisvági

Heil seyðafylgi hava gingið ímillum húsini og tað ilskask fólk um. Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
16 tímar síðan

Seinastu dagarnar hevur fólk í Trongisvági ringt til fólk at melda, at eitt heilt seyðafylgi gongur runt ímillum húsini og inni í urtagørðum.

Trongisvágur og Tvøroyri eru vetrarfriðað, so har eigur seyður ikki at vera.

Aktingarmaðurin á Tvøroyri hevur fingið boðini og hevur kannað málið.

Løgreglan sigur, at tey hava fingið at vita frá Landsverki, at tað er eitt brek á einum rulluportrið, sum hevur elvt til hesa støðuna.

Talan er um eitt rulluportur við streymi í, men streymurin í tí er farin, so seyðurin hevur gingið tvørtur um, akkurát sum tað hevur passað honum.

Tey skuldu fáa viðurskiftini í rættlag aftur, so at tey sleppa av aftur við seyðin

 

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

11 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

15 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42