Ein ítróttur, sum rúmar øllum
Eitt tað heilt serliga við BJJ er, at øll kunnu vera við. Tað hevur onga týdning, um barnið er smæðið, fult av orku ella onkustaðni mitt ímillum. Venjingarnar verða lagdar til rættis, soleiðis at øll finna sítt pláss.
Hesar venjingar byggja á spælandi rørslur, sum børnini skjótt fáa gleði av. Í staðin fyri at renna eftir einum bólti ella kappast um at vera tann skjótasta/i, venja børnini saman í pørum og stuðla hvørjum øðrum. Tað ger eisini, at tey børnini, sum kanska ikki altíð finna seg heima í vanligum bóltspølum, kenna seg vælkomin.
Kropsligur styrkur og motorisk menning
Børn hava tørv á at røra seg á fleiri ymiskar mátar, og her hevur BJJ nógv at bjóða.
Tey rulla, gruvla, hoppa, halda javnvág, strekkja seg og brúka bæði styrki og fleksibilitet. Tað er ein natúrlig og fjølbroytt venjing, sum styrkir bæði smáar og stórar vøddabólkar.
Tað merkir, at børnini ikki bara verða sterkari, tey fáa eisini eina betri kropsfatan og koordinatión, sum kann hjálpa teimum, óansæð hvørja ítróttargrein tey seinni velja.
Fokus, disiplin og sjálvstamarhald
Foreldur vita, hvussu torført tað kann vera hjá børnum at savna seg í longri tíð. Í BJJ er hetta ein natúrligur partur av venjingini.
Børnini læra at lurta eftir venjaranum, fylgja leiðbeiningum og arbeiða miðvíst fyri at læra nýggj tøk. Hetta ger, at tey venja evnini at halda fokus og vísa disiplin. Førleikar, sum eisini gagnast teimum í skúlanum og í gerandisdegnum.
At byggja upp sjálvsálit gjøgnum venjing
Ein stór gleði fyri bæði børn og foreldur er at síggja, hvussu nógv sjálvsálitið veksur, tá barnið lærir ein teknikk til fulnar. Í BJJ er hetta ein vanligur partur av venjingini.
Tað, sum tykist trupult í byrjanini, gerst so við og við lættari. Tá barnið upplivir at klára okkurt, sum tað ikki trúði, at tað kláraði, styrkir tað sjálvsálitið og gevur ein jaligan hugburð til at møta avbjóðingum – bæði á máttuni og í gerandisdegnum.
Felagsskapur, vinaløg og virðing
Í BJJ venja børnini altíð saman í pørum ella í smáum bólkum. Hetta krevur samstarv og virðing fyri teimum man venur við.
Børnini læra at passa uppá hvønn annan, vísa tolsemi og gleðast um framstigini hjá øðrum eins nógv sum hjá sær sjálvum.
Hetta er við til at skapa ein sterkan felagsskap, har vinabond knýtast, og har børnini læra týdningarmiklar sosialar førleikar, sum fylgja teimum víðari í lívinum.
Hvat er Brasilskt Jiu-Jitsu?
Brasilskt Jiu-Jitsu (BJJ) er ein nútímans ítróttargrein, sum bæði er ein sjálvverju- og stríðsrítróttur. Greinin hevur sín uppruna í byrjanini av 1900-talinum, tá Carlos Gracie fór at læra Judo. Hann sá tó møguleikan at tillaga ítróttin, soleiðis at dentur varð lagdur á teknik og førleikar á gólvinum heldur enn á reinari styrki.
Hugskotið hjá Gracie-familjuni var einfalt men kraftmikið: ein minni og veikari persónur skuldi kunna vinna á einum størri og sterkari mótstøðupersóni, við at brúka reinan teknikk, “timing” og strategi.
Yvir tíð er henda hugsan vorðin til tað, vit í dag kenna sum Brasilskt Jiu-Jitsu. Ítrótturin verður ofta kallaður “menniskjaliga talvið”, tí venjingin lærir tolsemi, at loysa trupulleikar undir trýsti og at halda fokus, alt meðan ein hevur tað stuttligt og heldur seg aktivan.
Um Hvitravnur BJJ
Hvitravnur BJJ varð stovnað í 2024 og hevur síðani bygt upp ein virknan felagsskap av vaksnum luttakarum. Felagið leggur stóran dent á at skapa eitt felag, har allir limir, uttan mun til aldur og fysisk, kunnu mennast og hava tað gott saman.
Við hesum nýggja átakinum verða børnini nú eisini partur av ferðini. Ein ferð, ið ikki bara gevur teimum ein ítrótt at venja, men eisini styrkir teirra kropsligu, sosialu og persónligu førleikar.