Ongi úrslit

Brandur verður burtur í fýra mánaðir

Spælskiparin á landsliðnum verður ikki tøkur í Kroatia og heldur ikki fyrstu mánaðirnar eftir ársskiftið

Jonhard Hammer
25. oktober kl. 14:17

Í dag er Brandur H. Olsen ikki á liðnum hjá NSÍ, sum á heimavølli spælir ímóti meistarunum í KÍ.

In.fo skrivaði í gjár, at Brandur undir venjing hóskvøldið varð skaddur í knænum.

https://in.fo/news-detail/brandur-er-skaddur-i-knaenum

Í dag er Brandur skurðviðgjørdur í knænum, og hann verður ikki at síggja aftur á vøllinum fyrrenn um fýra mánaðir.

Tað vil siga, at hann verður ikki tøkur, tá ið Eyðun Klakstein annan mánadag fer at úttaka landsliðið, sum í november fer at spæla tveir dystir í Kroatia – ímóti Kroatia og Kasakstan – og hann verður ikki tøkur, tá ið NSÍ um nakrar vikur fer undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03