Heilt stóra fótbóltssøgan heima á landi er í dag, at Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ.
NSÍ upplýsir, at talan er um trý ára sáttmála, og tað vil siga, at Brandur Hendriksson Olsen verður gulur í hvussu so er fram til kappingarlok í 2027.
Tá ið vit fáa orðið á 29 ára gamla Brand Hendriksson Olsen sigur hann seg vera fegnan um, at tað er komið upp á pláss, hvussu tað verður hjá honum og fótbóltinum trý tey næstu árini.
-Eg havi ikki áður spælt í bestu føroysku deildini, og eftir so mong ár uttanlands havi eg havt dreym um at spæla her, og eg havi vitað, at tað bara vóru tveir møguleikar. Annar var barndómsfelagið B71, sum framvegis hevur stóran týdning fyri meg, og hin møguleikin var at umboða NSÍ, sigur Brandur H. Olsen í samrøðu við dimma.fo.
Spurningurin er, um talan er um grein í sáttmálanum, sum sigur, at um gott tilboð kemur frá útlandinum, so er tað heimilað Brandi at sleppa leysur úr sáttmálanum við NSÍ.
Tað er tað ikki, sigur Brandur:
-Eg havi skrivað undir við NSÍ, og sáttmálin sigur, at her fari eg at spæla trý tey næstu árini.
Hvussu verður so við landsliðnum?
-At spæla á landsliðnum hevur stóran týdning fyri meg. Tað er venjarin, sum velur landsliðsspælararnar, og eg vóni at fáa landsliðsboð í nýggja árinum. Tað eru fleiri spælarar úr føroyskum feløgum á landsliðnum. Eisini spælarar, sum umboða NSÍ, og um tað eydnast hjá mær at vera í góðari venjing og spæla nógvar dystir, so vóni eg, at tað eisini næstu árini verður møguleiki at spæla fleiri landsdystir, sigur Brandur Hendriksson Olsen í samrøðu við dimma.fo.