Danska uttanríkisráðið skrivar í dag:
-Avhending av posti úr-og umvegis Miðeystur upplivir í løtuni stórar seinkingar, og summastaðni er posturin heilt steðgaður upp, orsakað av krígnum í økinum.
Uttanríkisráðið kann tí undir verandi umstøðum ikki veita trygd fyri, at brævatkvøður sum eru givnar í londum, sum eru rakt av verandi støðu, koma rættstundis til fólkatingsvalið 24. mars og til løgtingsvalið tann 26. mars.
Hettar er galdandi fyri atkvøður, sum verða givnar í londum í Miðeystri og møguliga í londum í Asia, har avhendingin fer gjøgnum Miðeystur.
Uttanríkisráðið og donsku umboðini í økinum arbeiða í løtuni við nøkrum alternativum. Tey fara at gera sítt til, at so nógvar brævatkvøður sum gjørligt koma fram áðrenn fólkatingsvalið og løgtingsvalið.
Valrættarligir borgarar, sum eru í londum, sum eru rakt av verandi støðu, verða fyrst og fremst eggjaðir til at atkvøða so tíðliga sum gjørligt.
Býrt tú uttanlanda og hevur spurningar um brævatkvøður, ber til at seta teg í samband við viðkomandi sendistovu, fyri tað landið, tú ert í.