Ongi úrslit

Børnini og tey eldru verða raðfest

Í fíggjarætlanini verður lagt upp til, at kommunuskatturin uppá 19% verður óbroyttur, og tað sama verður barnafrádrátturin, sum er 9.000 krónur

torshavn.fo
Í gjár kl. 23:04

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2026 hjá Tórshavnar kommunu verða inntøkurnar mettar til 1,5 mia. krónur. Hetta er ein inntøkuvøkstur uppá 5,4%.

Útreiðslurnar verða mettar til 1,14 mia. krónur, sum er ein vøkstur uppá 4,9%.

Størsti útreiðsluvøksturin kemur av stórum lønarvøkstri, eftir at nýggir lønarsáttmálar eru gjørdir, og øktum virksemi.

Uppskotið til fíggjarætlan gevur 263 mió. krónur til skattafíggjaðar íløgur. Av hesum fer ein stórur partur til almanna- og heilsuøkið, har byggingin av einum nýggjum røktarheimi í Stórubrekku er byrjað. Harumframt verða pengar settir av til ein nýggjan Eldradepil í Kollafirði, sum eisini er ein partur av ætlanini hjá býráðnum at gera íløgur í bygdirnar í kommununi.

Pengar verða eisini settir av til dagføringar og tillagingar á dagstovnaøkinum, bæði til spælipláss og til innandura umstøður hjá børnunum.

Arbeiðið við at dagføra kloakkskipanir og við at halda spillivatnsætlanina heldur fram, og íløgur verða gjørdar í orku- og umhvørvisátøk.

Og pengar verða eisini settir av til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027, og har nógv av virkseminum verður í Havn.

Í fíggjarætlanini verður lagt upp til, at kommunuskatturin uppá 19% verður óbroyttur, og tað sama verður barnafrádrátturin, sum er 9.000 krónur.

Miðað verður eftir at føra eina skynsama fíggjarstýring, og við einum rakstrarúrsliti uppá slakar 314 mió. krónur, verður hesin setningurin hildin.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03