Ongi úrslit

Børn handað 40 hoyringarsvar

Nøkur høvuðsúrslit av innkomnu hoyringarsvarum blivu løgd fram, og børnini komu við ítøkiligum og góðum uppskotum til betranir av barnalógaruppskotinum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
10 tímar síðan

Á altjóða barnarættindadegnum, 20. november 2025, handaðu næmingar úr fólkaskúlum kring landið hoyringarsvar um barnalógina á tiltaki í Norðurlandahúsinum. Umleið 170 børn hava verið við til at skriva hesi hoyringarsvar, og umboða tey næmingaráð og móttøkuflokkar úr 19 skúlum umframt 3 barnaverndarstovnum.

Næmingaráðini hava viðgjørt eitt barnatillagað uppskot til barnalóg í nakrar vikur út frá tilfari, sum barnaverkætlanin hevur framleitt til endamálið. Næmingarnir greiddu sjálvir frá tilgongdini, og hvussu tey í skúlunum hava arbeitt við uppskotinum til barnalógina.

Nøkur høvuðsúrslit av innkomnu hoyringarsvarum blivu løgd fram, og børnini komu við ítøkiligum og góðum uppskotum til betranir av barnalógaruppskotinum.

Sum heild eru børnini nøgd og glað fyri uppskotið til barnalógina, og meta, at hon hevur góðar loysnir til avbjóðingar, sum børnini sjálv hava víst á fyrr í tilgongdini.

Tey endaðu sín boðskap til okkum vaksnu við hesum orðum:

”Vit vóna at tit vaksnu megna at seta barnalógina í verk, tí hetta hevur sera stóran týdning fyri okkara lív, men vit ivast í um tit vilja tað nóg nógv, og um tit veruliga duga at arbeiða saman”

Les meira um barnaverkætlanina og handanina av hoyringarsvarunum her:

https://www.bumr.fo/.../tid.../boern-handad-40-hoyringarsvar

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47