Rósa Samuelsen í Sandavági hevur verið virkin politikari í fleiri ár - sum borgarstjóri, landsstýrisfólk í almannamálum og tingfólk. Í landspolitikki umboðaði hon Sambandsflokkin.
Men tá ið hon verður spurd um, hvørji mál eiga at verða loyst í komandi valskeiði, so fái eitt svar, sum ikki er eitt typiskt politikarasvar. Rósa tosar ikki um haldførið, ríkisrættarligu støðuna, bústaðarmarknaðin osfr.
Nei, hon tosar um børn - bara børn!
- Nei, eg havi ikki misskilt spurningin. Tí tosi eg um børn og bara um børn, sigur hon og eg ivist ikki í, at hon meinar tað.
Tað mest týðandi tilfeingið
- Vit hava nógv tilfeingi, sum hevur stóran týdning, men einki tilfeingi er meira týðandi enn børnini. Tey eru ikki bara framtíðin - tey eru grundarlagið undir henni, sigur Rósa Samuelsen.
- Almanna-, skúla- og heilsumál fylla nógv røðum, men minni í pengum. Vit tosa nógv um vøkstur, útbyggingar og stórar verkætlanir, men uttan menniskjaligt tilfeingi mennist samfelagið ikki rætt, sigur havnarkonan í Vágum.
- Ein skúlanæmingur er ikki eitt miðaltal, men eitt menniskja við evnum, førleikum og tørvum. Hann skal møtast, styrkjast og trívast. Tey, sum hava serligar eginleikar, skulu mennast og ikki haldast aftur fyri at passa inn í eina miðalskipan ella ein kassa.
Fyribyrging fram um bíðilistar
Børn, sum stríðast við avbjóðingar skulu fáa hjálp beinanvegin. Meginreglan vera fyribyrging fram um bíðilistar:
- Málið eigur ikki bara at vera at styrkja psykiatriina, men at færri børn hava tørv á at enda har. Innsatsurin skal byrja fyrr: í frítíðartilboðum, hjá heilsusystur, á dagstovni og í skúlanum. Vit mugu hava eitt tvørfakligt heildartilboð til barnið og familjuna, sum loftar tíðliga og setur tiltøk í verk á øllum mótum, meðan tíð er, sigur Rósa Samuelsen.
- At standa passivur á einum bíðilista ger ikki støðuna betri: trupulleikarnir vaksa og skaðin verður størri, bæði menniskjaliga og búskaparliga, sigur Rósa Samuelsen.
Fátækadømið hevur eitt andlit
Hon vísir á, at vit hava lyndi til at tosa um fátakaváða sum eitt tal, men fátækadømið hevur eitt andlit og kennist sum skomm.
- Tá ið ein 20 krónugáva hevur við sær, at rugbreyðið má veljast framum føðingardagin hjá vinmanninum, so er ikki bara talan fíggjarliga avbjóðing, tað er eisini sosial útihýsing, sigur Rósa Samuelsen og setur orð á politisku uppgávuna:
- Engin barnafamilja eigur at liva so trongt, at børn detta úr felagsskapinum!
Tað, ið verður roknað sum ein útreiðsla til sálarheilsu, skúla og familjustuðul, er í veruleikanum ein íløga í arbeiðsmegi og haldføri.
- Men tað krevur dirvi at flyta pengar frá tí, sum sæst, til tað, sum veruliga ger mun. Tað merkir at raðfesta fyribyrging fram um seina og dýra viðgerð. Tað merkir at seta medmenniskja framum asfalt og betong.
Hóast hon framvegis er sambandsfólk, so er komin hagar til, at hvørjir flokkar tað eru í samgongu, er minni týdningarmikið enn raðfestingarnar.
- Lagnan hjá okkara medmenniskjum, sum stríðast í systemum, liggur í hondunum hjá politikarunum, og tey eru tey einastu, sum kunnu broyta systemini, og tað má gerast skjótt, sigur Rósa Samuelsen.