Ongi úrslit

Borgarafundir í heimatænastuni er Ársins átak 2025

Heimatænastan hevur tikið stig til nýggja arbeiðsgongd við vikuligum borgarafundi, har starvsfólkini sum toymi eftirmeta mannagongdir, torførar støður og støðugt tillaga tænastuna

torshavn.fo
23 tímar síðan

Á hvørjum ári verður Ársins átak innan heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu kosið.

Í ár hevur dómsnevndin valt borgarafundir í heimatænastuni sum Ársins átak.

Um Ársins átak 2025 verður sagt:

“Heimatænastan hevur tikið stig til nýggja arbeiðsgongd við vikuligum borgarafundi, har starvsfólkini sum toymi eftirmeta mannagongdir, torførar støður og støðugt tillaga tænastuna.

Úrslit av hesum er betri tænasta til borgaran, sum nú upplivir eina meira skipaða og trygga tænastu.

Eisini er arbeiðsgleðin økt, tí starvsfólkini kenna seg hoyrd og sædd. Tey loysa avbjóðingar í felag heldur enn hvør sær. Hetta hevur skapt sterkari samanhald, minni strongd og kenslu av at mennast fakliga hvørja viku.

Haraftrat er nýhugsan í gerandisdegnum við til at seta ferðina niður og raðfesta tíð til fakligt kjak, sum er við til at loysa fløkjur og at gera gerandisdagin smidligari.

Serliga hevur toymið í vesturbýnum tikið nýggju skipanina til sín. Tey hava í felag lagt nógva orku í at halda nýggju skipanina og at betra tænastuna til borgaran.

Ein lítil broyting í tilgongd hevur havt við sær øktan trivnað hjá starvsfólkunum og betri tænastu til borgaran. Úrslit av tí hevur millum annað verið, at sjúkrafráveran síðsta hálva árið er fallin munandi.

Hetta hevur styrkt samanhaldið og trivnaðin í toyminum eisini uttanfyri arbeiðsplássið.”

Tað eru starvsfólk á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu, sum senda uppskot inn til Ársins átak.

Dómsnevndin hevur seinastu árini verið mannað við kommunustjóranum, heilsu- og umsorganarstjóranum og forfólkinum í eldraráðnum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14