Ongi úrslit

Borg letur dyrnar upp í morgin

Tónleikur, hornblástur, poppkorn og mangt annað verður á skránni.

Jóhanna Højgaard
30. mai kl. 15:17

Í morgin, leygardagin 31. mai kl. 12.00, hendur tað. Tá verður snórurin kliptur og stásiligi nýggi handilin hjá Borg letur dyrnar upp á Glyvrum.

Eisini Várperla letur upp sama dag. Blómuhandilin er, sum vit áður hava skrivað um, fluttur við inn á Glyvrar.

Har fer man at fáa eitt nógv størri og betri úrval, enn tað var pláss til i núverandi hølum.

Hetta verður eitt sera forvitnisligt og spennandi upplatingartiltak.

Lokalar sangkreftir vera at hoyra, sum eru kend nøvn. Borg hevur avdúkað, at Niclas og Lena koma at framføra, og at Urd Johannesen eisini fer at syngja eitt lag.

Hornblástur fer at merkja henda dagin, sum tað hóskar seg til ein slíkan merkisdag. Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla, og fær man eisini høvi at hoyra Dupultkvartettina syngja.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fer at siga nøkur orð.

Børnini hava eisini nógv spennandi at taka sær til hesa løtuna. Har vera hoppiborgir, ballónir, poppkorn og pylsuvognur. Tað er sjálvsagt alt ókeypis!

Inni í snotuliga nýggja handlinum verða bæði munnbitar og okkurt at leska góman við. Kaffi og te við onkrum søtum afturvið, verður eisini at fáa.

Tey hava opið til kl. 17.00 og tað fer ikki at skorta við góðum upplatingartilboðum, sum eisini verða galdandi í handlunum í Tórshavn og Klaksvík.

Mia Rodmundardóttir, HR-, logistik og marknaðarføringssamskipari í Borg greiður frá

-Vit lótu aftur í Borg Runavík 22. mai, og síðani tá hava sera dugnaliga starvsfólk okkara arbeitt frá morgni til myrkurs, fyri at fáa alt klárt og flott til í morgin.

Mia avdúkar eisini, at tey hava enn eitt yvirraskilsi í morgin

-Borg fyllir seinni í ár 20 ár, og í tí sambandi hava vit eisini skipað fyri eini rock-konsert við ongum minni enn Týr og Chase! Tveir rættiliga kendir, lokalir bólkar.

Konsertin verður leygardagin 7. juni kl. 20.00.

Atgongumerkini, sum bert kosta 99,95 verða sett til sølu í morgin í Borg á Glyvrum.

Borg byrjar altso summarið við manér.

-Vit gleða okkum til i morgin og øll skullu vera so hjartaliga vælkomin at koma og hátíðarhalda henda dagin saman við okkum á Glyvrum í morgin, sigur Mia at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

18 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt - men so varð tøgn

27. mai kl. 14:04