Ongi úrslit

Borðtennis: Føroyskt gull í danskari A-kapping

Føroyskir ungdómsleikarar fingu góð úrslit í Spar Nord Cup í Roskilde

Ragnar Sjúrðarson
3. februar kl. 19:00

Seks føroyskir ungdómsleikarar í borðtennis hava um vikuskiftið luttikið í Spar Nord Cup í danska býnum, Roskilde. Føroysku leikararnir vóru Bogi Gardar Bringsberg, Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa S. Christiansen, Jósva F. Højgaard, Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava.

Úrslitini vóru góð, og tað bleiv til fýra føroysk heiðursmerki.

Elsa Kathrina Gisladóttir vann eitt gull, og Rasmus Teitsson í Skorini vann tvey gull og eina bronsu. Elsa Kathrina vann Dame Ungdom B, meðan Rasmus Teitsson í Skorini vann gull í Yngre Drenge A og Herre Junior C, og bronsu í Drenge B.

Allan leygardagin og nakað út á sunnudagin var Rasmus ikki til at steðga, og 12 ára gamli hoyvíkingurin vann 17 út av teimum fyrstu 17 dystunum, eitt nú ímóti fleiri av stinnastu donskuleikarunum í aldursbólki hansara, sum er U13.

Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein føroyingur hevur megnað at vunnið gull í einari danskari A-kapping, og bara aðru ferð yvirhøvur.

Á heimasíðuni hjá Borðtennissambandi Føroya er ferðafrásøgn við nógvum myndum.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44