Ongi úrslit

Bøndur vilja hava meiri at siga í ferðvinnuni

Nevndin í Visit Faroe Islands skal umskipast og har vilja bøndur hava eitt størri orð at siga

Áki Bertholdsen
14 tímar síðan

Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá Landsstýrinum um at umskipa nevnina í Visit Faroe Islands. Í hesum sambandi er endamálið, at bøndur skulu eisini fáa eitt umboð í nevndina.

Tað er tí at bøndur hava ein alsamt stóran leiklut í ferðavinnuni og tað er ein ætlan, Bóndafelagið tekur undir við.

 Men tey halda kortini, at hetta gevur teimum ikki nóg stóra ávirkan á ferðavinnuna Tí heldur Bóndafelagið, at bøndur eiga at fáa tvey umboð í nevndina í Visit Faroe Islands, ella bæði eitt umboð fyri Bóndafelagið og eitt umboð fyri Óðalsfelagið.

Tey halda nevniliga, at við bara einum umboði, eru tey framvegis undirumboðað.

Í nevndini skulu vera formaður og sjey nevndarlimir. Tey eru eitt umboð fyri ferðavinnuna, tvey umboð fyri

ferðaflutningsfyritøkur, eitt umboð frá Tórshavnar kommunu, eitt umboð fyri kommunurnar uttan fyri Tórshavnar kommunu, eitt umboð fyri mentan ella ítrótt og eitt umboð fyri landbúnaðarvinnuna.

Afturat nevndarlimunum velur landsstýrisfólkið eitt umboð í nevndina sum hevur møtirætt og talurætt, men ikki atkvøðurætt.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

12 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

16 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42