Ongi úrslit

Bókaklubbajól við Løkin

Tíðindaskriv
11. desember 2025 kl. 13:39

Bókaklubbajól verður í Bókasavninum við Løkin í Runavík tann 13. desembur kl. 11-16! Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki og nógvum góðum bókatilboðum. Allan dagin er jólaverkstova og hugnalig jólakafe. Hetta hugnaliga familjutiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin. Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri tiltakinum.


Skrá

11:15: Søguløta: Jól við Astrid Lindgren

11:45: Hundamaður vitjar

12:00: Mourits Mohr Joensen lesur nýggju bókina Djarva Sára Skinfluga

12:30: Hoyr um Bókaklubban

12:45: Søguløta: Pippi bjargar jólunum og Skrímslaveitslan

13:00: Danny Baldursson syngur jólasangir

13:30: Helena Kannuberg lesur sína søgu úr Míni jólabók 2025

13:45: Hoyr um Bókaklubban

14:00: Søguløta: Dinosauravinir – Jólagávan

14:30: Hundamaður vitjar

14:45: Søguløta: Jólini koma í Mumidalin

 

Allan dagin:

Jólaverkstova við ítrivum úr Míni jólabók 2025

Tekna og lita Sáru Skinflugu og aðrar bókavinir

Tekna teg sum lim í Bókaklubbanum og fá fyrstu bókina ókeypis!


Lív og Smyril Line eru stuðlar hjá Bókaklubbanum í Føroyum og stuðla tiltakinum.


Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25