Ongi úrslit

Bókaframløga við nýggjari, føroyskari smábarnabók

Bókadeild Føroya Lærarafelag
6. februar kl. 14:15

Bjarta bustar tenn er myndabók til minstu børnini, sum Silja Aldudóttir hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út 7. februar 2026.

Bjarta hevur fínar tenn, sum kunnu brúkast til alt møguligt. Nú er songartíð. Kom og busta tenn, Bjarta! Men Bjarta tímir yvirhøvur ikki at busta tenn...

Silja Aldudóttir er rithøvundur úr Havn. Hon hevur lisið føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya og starvast sum ritstjóri á Bókadeildini. Hon útgav barnabókina Ódjór í 2022. Hetta er hennara fyrsta bók til smærri børn.

Lena Nicolajsen er sniðgevi og myndprýðari búsitandi í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin á Danmarks Designskole og hevur m.a. myndprýtt fleiri barnabøkur.

Bókaframløga

Leygardagin 7. februar kl. 14 skipar Bókadeildin fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á Býarbókasavninum í Havn.

Skrá

Barnakórið Nova 2 og 3 frá Musikkskúlanum í Havn framførir nakrar sangir

Rithøvundurin, Silja Aldudóttir, lesur søguna

Tekniverkstova fyri børn við myndprýðaranum, Lenu Nicolajsen

Drekkamunnur og høvi er at hitta rithøvundin og myndprýðaran

Bókin er til sølu fyri serprís

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12