Bókaframløga av síðstu bókini hjá Zakarias Wang verður leygardagin 22. november kl. 14 í Rit og Rák í SMS.
Bókin ”Vesturríki og dómurin í Haag. Ein gjøllig frágreiðing um fólkarættarligu støðu Føroya og Grønlands” er útgivin eftir deyða rithøvundans.
Bókin er skrivað á donskum máli.
Hansara síðsta verk viðger tey viðurskifti, Zakarias Wang hevur kannað og arbeitt við alt sítt lív. Handritið bleiv endaligt liðugt skrivað stutt fyri Zakarias andaðist 30. apríl 2025.
Hendan síðsta bókin hjá Zakarias Wang er um eitt land, sum hevur verið til síðan 1814, men einki navn hevur fingið áður, ikki fyrr enn nú ið Zakarias nevnir tað Vesturríki. Í Vesturríki eru landspartarnir Føroyar, Ísland og Grønland.
Við djúpum søguligum yvirliti heilt frá tíðini har tað gamla Noreg (við Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Hetlandi og Orkneyoyggjunum) og Danmark í 1380 fóru undir felags krúnu, og við at taka við higartil ókent skjalatilfar frá Haag-dómstólinum í viðgerðini av stríðinum millum Noreg og Danmark um Eysturgrønland (1931-33), lýsir hann gongdina heilt fram til fólkaatkvøðuna 14. september 1946, sum varð kvett av danska stýrinum. Vesturríki og dómurin í Haag er eitt mentanarligt bragd har tann innasta kjarnan, sum er hjartamálið hjá høvundinum, er at sláa fast ta fólkarættarligu støðuna hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi (Vesturríki). Hesin fólkarætturin verður ikki kolldømdur og fer at standa fyri ævir.