Ongi úrslit

Black Friday nærkast – hvussu brúka vit pengarnar skynsamt?

Hóast Black Friday er, merkir tað ikki, at tú hevur brúk fyri vøruni

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
3. november 2025 kl. 19:30

Black Friday nærkast, og nógv hava longu sett kross í kalendaran fyri at fáa fatur á bestu tilboðunum. Men hóast prísirnir síggjast freistandi út, kunnu stór keyp skjótt gera hol fíggjarætlanini.

Vit spurdu Kaju Joensen, hjá Betri Banka, um hvat bankin mælir føroyingum til, nú handlarnir gera klárt til ársins størsta handilsdag. Hon sigur, at tað eru serliga tvær reglur, sum kunnu hjálpa fólki at sleppa undan óneyðugum keypum:

  • Kanna altíð prísin: Hóast ein vøra er lýst sum tilboð, merkir tað ikki altíð, at hon er bílig. Samanber altíð prísin við ta, vøran kostaði áður

  • Minn teg á tínar fíggjarligu rammur: Keyp bert tað, tú veruliga hevur brúk fyri og hald teg innan fíggjarætlanina. 

Ein praktiskt regla, sum kann nýtast til Black Friday, er 48-tímar reglan. Bíða tveir dagar við at keypa vørur, sum tú brádliga hevur hug til. Hettar gevur tær tíð til at meta um, um tú veruliga hevur brúk fyri vøruni.

Við hesum ráðum eru føroyingar betur fyri undir Black Friday, og kunnu minka um vandan fyri óneyðugum impulskeypum

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43