Christianskirkjan í Klaksvík boðar frá, at jólahugni verður í kirkjukjallarinum.
Tey skriva á Facebook:
Fríggjadagin 5. desember er jólahugni í kirkjukjallaranum kl. 15.00.
Kvinnukórið í Emmaus syngur, og Jóhan Henriksen hugleiðir.
Vit syngja jólasálmar saman og fáa ein góðan drekkamunn. Eisini verða mandlugávur og burturlutan.
Andaktina heldur Marjun Lómaklett, prestur.
Øll eru hjartaliga vælkomin í kirkjukjallaran fríggjadagin!
