Ongi úrslit

Bjóða suðuroyingum at sleppa umborð at hyggja

Myndin er frá Strandferðsluni
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 19:25

Leygardagin verður tað grikska ferjan, Galaxy, sum fer at røkja suðuroyariglingina í einar átta - tíggju vikur ímeðan Smyril er á beding í Danmark.

Galaxy kom til landið sunnudagin og liggur nú við bryggju á Krambatanga á Tvøroyri.

Fólk hava verið eitt sindur ivingarsom - men nú bjóðar Strandferðslan suðuroyingum, og fólki annars, umborð á Galaxy at hyggja at umstøðunum.

Sostatt verður Galaxy opin fyri almenninginum hósdagin ímillum klokkan 16 og 18.

– Á henda hátt kunnu kundar og ferðandi nýta høvi at síggja avloysaraskipið og kunna seg við umhvørvið umborð, sigur Strandferðslan.

Galaxy var eisini her í 2017 og sigldi fyri Smyril, men Strandferðslan hevur sagt, at nógv er gjørt við skipið síðani tá, so umstøðurnar umborð eru væl frægari nú

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

10 tímar síðan