Ongi úrslit

Bjartar vørur, myrkar ætlanir

153.000 av teimun eru deyð av passivari royking.

Jóhanna Højgaard
31. mai kl. 15:15

Í dag, 31. mai er altjóða royk- og nikotinfríúr dagur (WNTD). Í dag koma WHO og fólkaheilsu-serkøn úr øllum heiminum saman, fyri at økja um tilvitanina um skaðiliga taktikkin hjá tubbaksvinnuni.

Ársins WNTD-átak sum hevur høvuðsheitinum "Bjartar vørur, myrkar ætlanir" hevur til endamáls at avdúka strategiirnar og taktikkirnar, sum tubbaks- og nikotinvinnan brúkar til at gera sínar skaðiligu vørur lokkandi, serliga fyri tey ungu.

Við at avdúka hesar taktikkir roynir WHO at økja um tilvitanina og tala fyri sterkari politikki, eitt nú forboði móti tilsettum smakki, sum ger tubbaks- og nikotinvørur meira tiltalandi.

“Tiltalandi smakkir dylja beiska sannleikan.”

“Bjartir litir, blankur glinsandi pakningur"

“Tubbaks- og nikotinvinnan veit júst, hvat hon ger.”

Hettar eru nakrar av yvurskriftunum sum WHO brúkar, fyri at styrkja vitanina hjá fólki.

Í evropeiska økinum sum WHO umboðar, uml. 53 lond, doyggja uml. 1,1 milliónir av tubbaksnýtslu hvørt ár. Harav eru 153.000 av teimun deyð av passivari royking.

Í 2022 vóru 179 milliónir fólk í Evropeiska økinum mett sum virknir brúkarar av tubbaksvørum: 114 milliónir menn, 65 milliónir kvinnur.

Í Evropeiska økinum verður eisini mett at 4 milliónir ungdómar í aldrinum 13-15 ár brúka tubbak í ymsum formum.

Allar tubbakks- og nikotinvørur eru skaðiligar, líkamikið hvussu væl tær smakka, hvussu væl tær lukta og hvussu tiltalandi tær síggja út.

-Um e-sigarettir veruliga eru ætlaðar at hjálpa fólki at lata vera við at roykja, sum vinnan roynir at sannføra okkum, hví koma tær so í túsundtals smakkum og snøggum, ungdómsvinarligum sniðum? spyr Reinskje Talhout, ein granskari hjá “Nationala Instituttinum fyri almenna heilsu og umhvørvi”

-Summi tilsetingarevni hava beinleiðis heilsuvanda, við at vera krabbameinsframkallandi ella eitrandi. Onnur fara enn longur, við at broyta upptøkuna av nikotini í kroppinum, greiðir Reinskje víðari frá. 

Ólíkt eini sigarett, sum hevur eitt natúrligt endapunkt, kann ein e-sigarett brúkast áhaldandi. Tað førir til enn størri útsetning fyri nikotini og skaðiligum útláti, og økir harvið um møguleikan fyri avhengigheit.

Hvørki snúsposar ella vatnpípur eru nakað frægari. Um tað ikki fer í lunguni, fer tað hóast alt í blóðið og hvørja kyknu í kroppinum og eitrar okkum.

Afturat tí hevur man fleiri ferðir hoyrt um bæði hundar og kettur sum hava etið ein snúsposa sum onkur hevur spytt út, og eru hesi kelidjórini so deyð av at eta teir. 

Um eitt smábarn svølgdi ein tílíkan posa, er ikki tespiligt at hugsa um hvat kann henda.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

18 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt - men so varð tøgn

27. mai kl. 14:04