Ongi úrslit

Bispur prædikar í Keypmannahavn

Borgny Brünings-Hansen, verður liturgur

Jóhanna Højgaard
1. desember kl. 19:20

Útisetar og aðrir føroyingar í Danmark hava nú møguleikan at fara til føroyska gudstænastu í Keypmannahavn 7. desember, annan sunnudag í advent.

Føroyski presturin í Keypmannahavn, Borgny Brünings-Hansen

Tað er biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum prædikar í Hans Egedes Kirkju. Føroyski presturin í Keypmannahavn, Borgny Brünings-Hansen, verður liturgur.

Til ber eisini at fara til føroyskar gudstænastur í kirkjuni fyrsta og triðja sunnudag í hvørjum mánaði kl. 14.00

Føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, varð sett á stovn 28. november 1915 og hevur í ár 110 ár á baki.

Eftir gudstænastuna verður hugnalig samvera og drekkamuður í hølunum við síðuna av kirkjuni, har bispur í stuttum fer at greiða frá um Fólkakirkjuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Fólkakirkjan á Facebook.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

23 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14