Ongi úrslit

Bilur rullaði runt á Oyggjarvegnum

Jóhanna Højgaard
16. juli kl. 08:21

Beint áðrenn kl. 08.00 í gjár var boðað frá ferðsluóhappi á oyggjarvegnum. Ein bilur fór omanav, rullaði runt og endaði niðri í haganum.

Bilførarin var einsamallur í bilinum, og kom hann til alla lukku ikki til skaða. Hann viðgekk at hann hevði verið óansin.

Kl. 09.00 í gjáramorgunin hendi eitt lítið ferðsluóhapp við Sundsvegin. Ein førari helt ikki avstandsreglurnar við ljóskurvuna, og rendi inn í bilin frammanfyri. Hettar fekk hann eitt klipp í koyrikortið fyri.

Politiið fekk í gjár eina fráboðan um brúksstuldur. Ein súkkla var stolin í Hoyvík, hon er ikki funnin enn. 

Boðað var frá at eitt vindeyga var knúst í einum húsum og tá patruljan kom á staðið, stóð úthurðin opin. Einki vísti seg at vera stolið og tey sum búgva í húsunum eru uttanlanda.

Málið er reint juridiskt skrásett sum herverk, men um tað vísur seg at okkurt er stolið tá eigarin kemur aftur, kan tað blíva broytt til innbrot ella innbrotsroynd.

Kl. 17.00 í gjár boðaði ein frá, at at bilurin var blivin árendur av einum øðrum bili. Hettar er møguliga hent tá hin bilurin hevur bakkað úr einum parkeringsplássi ella okkurt. 

Funnið bleiv framm til hin bilin og tað vísti seg, at tað ikki var eigarin av bilinum, men ein annar sum hevði koyrt og visti av ongum.

Farið var á staðið har tað skal vera hent, og skaðar blivu samsvaraðir. Bileigararnir orðnaðu síðani málið sjálvir við tryggingina.

Í gjar var eisini sagt frá einum mistonkiligum forholdi í gamla kirkjugarði. Fýra fólk sótu har og høvdu fest eld í eitt bál.

Tá løgreglan kom á staðið, var bálið sløknað og har sótu nøkur fá fólk. So støðan var ikki hættislig og einki meira bleiv gjørt við tað málið.


Annars hevur tað verið eitt friðarligt døgn hjá løgregluni.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

Í gjár kl. 20:36

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Í gjár kl. 09:45