Bill Gates, stovnarin av Microsoft, sigur á einum fundi við starvsfólk í grunni sinum, at hann gjørdi eitt risa mistak við at hava samband við Jeffrey Epstein.
Hann viðgongur at hava havt samband við tvær russiskar kvinnur, men noktar at hava verið við í brotsverkunum hjá Epstein.
Fundurin var týsdagin, og blaðið Wall Street Journal hevur gjøgnumgingið eina upptøku úr honum.
- Tað var eitt risa mistak at brúka tíð saman við Epstein. Eg hevði kynsligt samband við ein russiskan bridgespælara, ein kvinna sum eg hitti á bridgetiltøkum, og eitt annað kynsligt samband við ein russiskan kjarnorkufysikara, sum eg hitti gjøgnum vinnuligt virksemi, sigur Gates.
Í teldupostinum skrivar Epstein, at sambandið við Gates fevndi um at hjálpa at fáa medisin, fyri at basa avleiðingunum av hansara kynslívi við russiskum kvinnum. Hann sipaði við tí til, at Gates í teldupostum bað Epstein geva sær medisin fyri kynssjúkur. Hettar vildi hann geva konu síni uttan hennara vitan.
Hettar so hon ikki uppá tann hátt fann útav hansara ótrúskapi.