Um leitað verður eftir einum bíligum býarskáa, so eru Tirana, Bukarest og Beograd teir bíligastu býirnir í Evropa at halda feriu í. Tað vísir árliga greiningin hjá Forex, sum sambært Finans.dk, samanber kostnaðin í 80 býum um allan heimin.
Mynd: Tirana, Albania
Nevndu tríggjir býirnir hava eitt prísstøði, sum er minni enn helvtin av danska støðinum.
Í hinum endanum, tí dýrara, finnur man Geneve, sum er dýrasta býur í Evropa at halda feriu í. Har eru prísirnir nevniliga heili 50 prosent hægri enn í Keypmannahavn.
Mynd: Beograd, Serbia