Ongi úrslit

Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Barnafrádrátt.

Sunnvá Dahl Høgfeldt, valevni fyri Sambandsflokkin
7 tímar síðan

Ein stórur partur av okkara ungdómi fer uttanlands at nema sær útbúgving. Tað í sær sjálvum er ikki ein trupulleiki, tí vit hava ikki møguleika at bjóða allar útbúgvingar í Føroyum. Trupulleikin liggur í, at bara helvtin av teimum koma heim aftur. Tey, ið ynskja at lesa í Føroyum, skulu hava tær bestu umstøðurnar til tað. Tí mugu vit styrka um lestrarumhvørvið og at fáa fleiri lestraríbúðir í Føroyum - sum tey lesandi og tey, ið eru í læru, hava møguleika at gjalda. Soleiðis, at tað ikki er orsøkin til, at fólk flyta av landinum. 

Tey, ið fara uttanlands í lestrarørindum, skulu eisini hava okkurt at koma heimaftur til. Fyrsta avbjóðingin er bústaðarneyðin. Tað skal vera lættari hjá ungum og barnafamiljum at seta búgv í Føroyum. Tí ynskja vit at seta á stovn ein bústaðargrunn, ið veitir lán til eginfígging til fyrstuferð keyparan, so tað verður nemmari at koma inn á marknaðin.

Skulu føroyingar velja at koma heim til Føroya og búseta seg, mugu karmarnir um familjulívið eisini vera í lagi. Tí skal tað vera gott at vera barnafamilja í Føroyum. Sambandsflokkurin vil hækka barsilshámarkið til 60.000 kr. og samstundis hækka barnafrádráttin við 2.000 kr. fyri hvørt barnið.

Føroyar skulu vera eitt land, sum gevur ungum møguleikar, bæði úti í heiminum, men so sanniliga eisini heima í Føroyum. Og tað er okkara ábyrgd at tryggja, at avgerðin, um at flyta heim til Føroyar, ikki verður eins torfør í framtíðini. 

Sí eitt brot út Tinggáttuni, har eg tosi um júst hetta, her: https://www.facebook.com/reel/1644443270227589

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt 26. mars. 


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04