Ongi úrslit

Bilførari skuldsettur fyri fýra lógarbrot - í einum høggi

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Mitt í nátt steðgaði løgreglan einum bili í Havn og tað varð ein dýr søga fyri bilføraran.

Fyrst vildi hann ikki siga hvør hann var og bara tað kostar honum 1.000 krónur í bót. Tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa løgreglunu er, hvussu tey eita, nær tey eru fødd, og hvar tey búgva.

Men tá ið løgreglan so fór at kanna bilføraran nærri, funnu tey rúsevni uppi á honum, og tað fær hann eisini bót fyri.

Men so vísti tað seg, at hann hevði heldur ikki koyrikort og tað kostar honum minst 5.000 krónur í bót.

Og sum rosinan í pylsuendanum varð hann eisini skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Sostatt varð blóðroynd tikin av honum og úrslitið av henni verður so avgerandi fyri, hvussu revsingin verður fyri tað.

So tilsamans fekk hesin bilførarin fýra skuldsetingar í sama viðfangi.

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

ABC fara til samráðingar í morgin

Í gjár kl. 11:05

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59