Tað hevur verið serstakliga friðarligt hjá løgregluni hetta seinasta samdøgurið.
Men í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Kollafjørði, á einum strekki har tað er loyvt at koyra 50.
Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 84. Vanliga førir tað til, at bilførari missur koyrikortið treytað, so at hann kann halda fram at koyra, men skal kortini upp aftur til koyriroynd fyri ikki at missa koyrikortið.
Men í hesum føri var talan um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár. Tá eru reglurnar strangari og sostatt fekk hesin bilførarin koyriforboð, og sleppur ikki aftur í bil fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum.
Í Eysturoynni tók løgreglan trý prutl. Øll trý prutlini vóru í lógligum standi og prutlførararnir høvdu koyrikort. Men teir fingu kortini allir bót fyri at hava ferðafólk aftan fyri á prutlinum.