Ongi úrslit

Bilførari fekk klipp í kortið fyri yvirháling

Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Ein bilførari fekk fyrrapartin í gjár, uml. klokkan 10.30, bæði eitt klipp í koyrikortið og eina bót, fyri at yvirhála á einum strekki í Gøtugjógv har tað vóru sperrilinjur.

Sama stað beint áðrenn klokkan 12.00 var ein bilur steðgaður, tí man hevði illgruna um, at talan var um spirituskoyring.

Tað vísti seg tó at einki spiritus var uppií. Fólkini í bilinum høvdu bara tosað ov nógv, til at kunna hugsavna seg nóg væl um koyringina. 

Umleið klokkan 14.00 hevði man á Sandi, eisini ein illgruna um at ein bilførari koyrdi rúsaður.

Tað eydnaðist ikki hjá løgregluni at finna hvørki bil ella mann, so tað málið er enn ikki avgreitt.

Á Ternuryggi bleiv boðað frá, at seks seyðir gingu leysir. Ein aktingarmaður tók sær av hesum.

Klokkan 22.30 rendi ein bilførari sum koyrdi á Oyggjarvegnum á ein seyð. Bóndin bleiv boðaður frá hesum.

Ein borgari ringdi og greiddi frá, at ein súkkla uttan eigara, hevði staðið leingi uttanfyri hansara bústað.

Súkklan er nú komin inn á politistøðina at standa, hon hevur eina brúna kurv á stýrinum. So um onkur manglar eina tílíka, so er bara at ringja á støðina og vita um tað kundi verið hon.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

9 tímar síðan

Ikki føroyskar gentur

19 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20