Vegurin um Streymin er eitt hitt vandamiklasta vegastrekkið í landinum. Her verður serliga hugsað um krossvegirnar ímillum Landsvegin og Norðskála og ímillum landsvegin og Oyrarbakka.
Har hava fleiri óhapp, og fleiri vanlukkur, verið og nú hevur Hanna Jensen, løgtingkvinna fyri Framsókn spurt landsstýriskvinnuni samferðslumálum, Ruth Vang, um, hvørjar bráðfeingis ábøtur ætlanin er at gera fyri at bøta um ferðslutrygdina.
Annars hava fleiri uppskot verið um eina varandi loysn, men tað er ikki blivið til meiri enn prát.
Ruth Vang sigur, at ferðslutrygdin eigur at verða sett fremst, og tí fegnast hon um, at Løgtingið hevur sett pengar av til at bøta um støðuna har á leiðini.
Tað merkir, at 300.000 krónur eru settar av til at bøta um Ferðslutrygdina við Streymin.
Fyri fýra áum síðani varð hámarksferðin avmarkað niður 60 kilometrar um tíman fyri at fáa bilarnar at koyra spakuligari.
Men tað hevur ikki hjálpt so nógv, tí antin síggja bilførarar ikki skeltini, ella virða teir tey ikki. Undir øllum umstøðum er veruleikin tann, at enn koyra bilar ov skjótt.
Tí er neyðugt at seta onnur tiltøk í verk, sum eru meiri sjónlig, og sum minna bilførarar á ikki at koyra ov skjótt.
Sostatt verður arbeitt við at seta ferðgáar upp báðu megin brúnna. Ein ferðgái er eitt elektroniskt skelti sum vísir ferðina hjá akfarinum, og verður koyrt ov skjótt, fer tað at blinka.
Tey vænta at tað fer at bøta um støðuna, tí royndir aðrastaðni frá eru, at tá ið ferðin verður gjørd sjónlig á henda hátt, laga bilførarar ferðina eftir tí og slaka av.
Ruth Vang sigur, at ferðgáarnir eru keyptir, og er ætlanin at seta teir upp í næsta mánað.