Ongi úrslit

Betri Oyggjaleikir 2027 – allar Føroyar á sama liði

Vinnuforum
7. oktober kl. 17:15

Tá Oyggjaleikirnir í 2027 verða hildnir í Føroyum, verður tað størsta ítróttartiltak, sum nakrantíð hevur verið í landinum. Arbeiðið at fyrireika leikirnar er longu farið av bakkastokki, og til Vinnuforum 2025 fer Solby A. Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, at greiða frá tilgongdini at skipa fyri hesum stóra altjóða tiltaki.

Væntað verður, at millum 2.500 og 3.000 gestir vitja í Føroyum í sambandi við Betri Oyggjaleikir 2027, og at bæði vinnan og meira enn túsund sjálvboðin fáa ein týðandi leiklut í átakinum. Tiltakið verður ikki einans eitt ítróttaligt hátíðarhald, men eisini ein møguleiki at vísa føroyska mentan, ferðavinnu og samstarvsevni fram fyri útlendskum og føroyskum gestum.

Solby A. Christiansdóttir fer á Vinnuforum at greiða frá, hvussu Føroyar fyrireika seg til at hýsa leikunum, og hvussu fyritøkur, stovnar og borgarar kunnu vera partur av hesum stóra felags átaki, har allar Føroyar standa á sama liði.

Vinnuforum 2025, sum verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 10. oktober kl. 13:00–15:30, samlar á hvørjum ári íverksetarar, vinnulívsfólk og myndugleikar til íblástur, orðaskifti og netverkan. Í ár verður serligur dentur lagdur á nýskapan, samstarv og kveikjandi søgur úr føroysku vinnuni.

Tiltakið er ókeypis, og tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið, sum skipa fyri.

 Les meira og melda til á: www.hugskotid.fo/events/vinnuforum

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46