Ongi úrslit

Vann Gullstjørnu

Eitt satt kærleiksverk, segði dómarin

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Ræst fekk enn ein heiður í dag, nevniliga heiðurin Besti Miðalstóri Vínlisti í Danmark 2025. Heiðurin var givin av Starwinelist, ein miðal sum vegleiðir um vín og víngarðar.

Starwinelist skrivar millum annað :

-Okkara sætta hátíðarhald av donsku toppvínlistum fór fram í Keypmannahavn í dag 24. november. Meðan danski høvuðsstaðurin tók størstapartin av virðislønunum, kunngjørdu vit eisini okkara fyrsta Gullstjørnuvinnara í Føroyum.

Ræst var útnevnt at hava ársins Besta Miðalstóra Lista í einum flokki, sum Premium Estates of Austria letur fram.

Ræst liggur í Tórshavn, á oynni Streymoy, og er ein nútímans matstova, sum hevur fokus á fermentering, siðvenju og burðardygd.

Stuðlaður av Premium Estates í Eysturríki, hátíðarheldur hesin flokkurin vínlistar, sum innihalda 200-600 tilvísingar.

Dómarin Stefan Neumann MS kallaði tað eitt satt kærleiksverk, gjørt við umsorgan og neyvleika.

-Listin hevur ein sjáldsaman javnvág - fjølbroytt og ævintýraligt, men tó undurfult troystarligt, segði hann.

Ræst verður nú við í altjóða finaluni á ársins stjørnuvínlista, sum endar ársins rundferð í juni 2026. Matstovan skal kappast við aðrar økisvinnarar í hesum flokki úr øllum heiminum.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53