Ongi úrslit

Barnakonur, Barsil og Betri javnstøða

Sunnvá Dahl Høgfeldt, valevni til Løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin
Í gjár kl. 16:41

8.mars og Altjóða kvinnudagur. Hetta er ein dagur, har vit hátíðarhalda tey framstig, sum eru gjørd fyri kvinnurættindi. Men tað er eisini ein dagur at minna okkum á, at arbeiðið fyri javnstøðu langt frá er liðugt.

Føroyskar kvinnur eru virknar í samfelagnum og í familjulívinum. Men framvegis síggja vit eina lønargjógv millum kynini, og hana eiga vit at taka í álvara. Ein partur av hesum kemst av, hvussu arbeiðslív og familjulív er skipað. Kvinnur taka í størstan mun barsil, og hjá teimum flestu, hevur barsilin stóra ávirkan á inntøku og pensión. Tí hevði tað verið eitt týðandi stig fyri javnstøðuna, at geva foreldrum fulla løn, tá tey fara í barsil. 

Samstundis eiga vit at hyggja eftir teimum økjum á arbeiðsmarknaðinum, ið eru kvinnudominerað, her hugsi eg serligs um heilsuverkið og umsorgaranarstørvini. Tað arbeiðið eigur at verða virðismett og lønt samsvarandi, tí tað skal løna seg at arbeiða í teimum størvum, sum bera ein stóran part av vælferðarsamfelagnum.

Javnstøða snýr seg eisini um heilsu. Eitt tað mest sárbæra í lívinum er at bera børn og tí eiga vit eisini at bjóða barnakonum í Føroyum eina nakkalegdarskanning (nakkefoldsskanning). Harumframt tað, er tað upp á tíðina, at vit taka kvinnusjúkur í álvara, og at sjúkurnar fáa somu raðfesting í heilsuverkinum, sum aðrar sjúkur.

Javnstøðan kemur ikki av sær sjálvari. Hon krevur politiskar avgerðir og viljan til at gera broytingar. Fyri meg er tað púra greitt. Eg vil arbeiða fyri at gera lønargjónna millum kynini minni, eg ynski, at samfelagið fær størri virðing fyri arbeiðinum í kvinnudomineraðum størvum, og at vit fáa eitt heilsuverk, sum tekur kvinnur og kvinnusjúkur í álvara.


Sunnvá Dahl Høgfeldt, valevni til Løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin. 


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

23 tímar síðan

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18

Stefan gevst í Sarpugerði

Í gjár kl. 19:36