Ongi úrslit

Bárður hevur framsýning í Steinprenti

Skalt tú lýsa listina hjá Bárði Jákupsson tørvar tær stórar handarørslur, men eisini rúkandi mótsetningar

Kinna Poulsen
25. oktober kl. 20:35

Leygardagin 25.oktober klokkan 15 læt framsýning hjá Bárði Jákupsson upp í Steinprenti. Upplatingin skuldi vera fríggjadag, men er útsett vegna jarðarferð hjá ediliga menniskjanum og Steinprentvininum Hans Paula Strøm, sum nú fer at mangla so forferdiliga illa á ferniseringini. Hann hevði annars heilt vist møtt upp sum vant, tí hansara óvanliga rúmliga hjarta brendi eisini fyri listini. æt

 

Skalt tú lýsa listina hjá Bárði Jákupsson tørvar tær stórar handarørslur, men eisini rúkandi mótsetningar. Í hansara ljómandi myndum býr minnið um ein fagran summardag við mjúkum fleyri og summardáum, onkra aðrastaðni leggjast vit skerfløt á sjóvarstrond sum tonglar í brimi við veldugum tindum í erva. Talan er ikki um landsløg sum so, men um málarí; listaverk, sum Bárður hevur málað út frá kenslum og minnum um náttúruupplivingar. Bárður Jákupsson hevur eina heilt serliga støðu í føroyskari myndlist. Eg gleði meg at síggja hansara nýggjastu verk. Til várs kemur út ein bók um listamannin, sum verður lýstur í kringsýni av fróðarfólki. Hetta fara tit at hoyra nógv meira um í næstum.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47