Leygardagin var stórur FM dagur á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili. Tað var samstundis seinasti kappingardagur og tí var stórur spenningur um summar greinar.
Størsti spenningur er oftast um, hvør vinnur FM í Tvíspor vaksin, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Men tá alt kom til alt, so var tað Svanna, við Barbaru Carlsen á baki, og Bragi, við Jóna Ólavsdóttir, ið skuldu kappast um FM heitið. Rossini høvdu undan hesa kappingina vunnið hvør sínar tvær kappingar, so tí var stórur spenningur um hvør fór at vinna.
Tað gjørdist eisini sera tætt. Rossini fylgdust allar 500 metrarnar, og á málinum var munurin millum rossini bara fýra hundrandapartar av einum sekundi – Svana átti munin og gjørdist harvið føroyameistari.
Hetta er fimtanda ferðin, at ross hjá hjúninum Maritu Askham og Hans Paula Poulsen vinnu FM í Tvíspor vaksin (Mynd: Kira Hendriksdóttir)
Spenningurin var eisini stórur í Tvíspor ung. Har vann Sirkill greitt á degnum og vann harvið FM. Ranja K.H. Djurhuus reið Sirkill hendan dagin.
Hesi vunnu hinar greinarnar: Tølt, Tango við Geir Wardum, Strákur og Bárður Johannessen vunnu FM. Skeið vann Stígur og Randarsól Heinesen, Orka og Ranja K.H. Djurhuus vunnu FM. Trav vann Grettir við Halli Hansen, teir vunnu eisini FM.
So vóru nakrar greinar, ið ikki vóru við í FM. Har vunnu hesi: Trav opin flokkur, Oscar og Marna Anthoniussen, Tvíspor vaksin annar flokkur, Freyr og Anna Magnussen og Old boys, Thor og Bárður Johannessen.
Svanna og Barbara Carlsen
Kelda: Ríðisamband Føroya