Ongi úrslit

Sjúkar Bamsur fáa hjálp á mentanarnáttini

Bamsuskaðastova og sjúkrabilar frá 17:00 til 19:00 á LS.

Jóhanna Højgaard
4. juni kl. 22:05

Hevur man eina sjúka bamsu eru tíbetur ráð fyri tí. Til ber á mentanarnáttini 6. juni, at fara á Landsjúkrahúsið har bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar eru klár at taka akut ímóti sjúkum bamsum. Børnini eru vælkomin at hjálpa við at finna diagnosu og viðgerða sjúklingin.

‍Ímeðan man bíðar, sum man ofta ger á einari skaðastovu, er møguleiki at tekna eina tekning sum kann lýsa sjúkrahúsvirksemið.

Allar tekningarnar verður siðani sýndar, í forhøllini á Landssjúkrahúsinum í nakrar dagar.

Sjúkrabilar frá 17:00 til 19:00

Sjúkraflutningstænastan vísir bilarnar frammanfyri høvuðsdyrnar á Landssjúkrahúsinum. Børn og bamsur eru tá vælkomin at forvitnast inni í bilunum.

Gongutúrur í tunlinum og Krígshospitalið frá 18:00 til 19:00

Byrjað verður uttanfyri Eirargarð 13, við inngongdina omanfyri bygningin. Gingið verður í tunlinum undir Eirargarð og víðari undir J.C. Svabosgøtu oman í grøna bygningin. Á vegnum verður steðgað og greitt frá, har Krígshospitalið ætlandi skuldi vera undir kalda krígnum.

Túrurin er áleið 1 kilometur langur og tekur áleið 20 minuttir.

Farið verður 10'inda hvønn minutt av Eirargarði hendan tíman og síðsti túrur er kl. 17:50.

Njótið útsýnið av takinum á Landssjúkrahúsinum frá 18:00 til 20:00

Møguligt verður at njóta útsýnið yvir høvuðsstaðin frá grøna bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Gingið verður øll 164 trapputrinini upp á ovastu hædd, har starvsfólk loyvir fólki út á takið

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

6. juni kl. 20:40

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

Í gjár kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

Í gjár kl. 15:00