Føroyska Solbjørg Jacobsen, sum situr á tingi fyri Liberal Alliance, letur seg ikki so nemt sláa út.
Meðan nakrir av hennara starvsfeløgum kanska taka tað meira tungt, at kongshúsið mátti avlýsa ballið fyri fólkatingslimir vegna útskrivað val, finnur hon bara uppá okkurt alternativ at nýta kjólan til.
Solbjørg hevur lagt út video á Facebook og skrivar:
-Tá tú helt, at tú skuldi til ball í kongshúsinum...., men í staðin stendur tú her og klárgerð valplakatir í ballkjóla.
Fleiri av mínum starvsfeløgum hava verið sera ørkymlaðir og keddir um tað. Ja, tað er synd. Ein kan eisini undrast eitt sindur um timingina, tá alt nærum var klárt.
Men erligt - vit vórðu vald at umboða danir. So tá tað kemur til at velja ímillum lancier-dans og valstríð, er raðfestingin eyðsýnd.
Sjálvt um kjólin hjá mær ikki kom á tey gólvini, so fer ein RISA tøkk út til okkara norðurjútlendska @luccadesignsdk, fyri at seyma tann vakrasta kjólan. Eitt heilt fantastiskt handverk - sjálvandi skal eg í hann!
Og hann er gjørdur til at passa BEINT NÚ. Skjótt verður búkurin hjá mær ov stórur - og til summar verður hann ov lítil aftur.
... so eg havi latið meg í hann meðan er klárgeri plakatir.