Ongi úrslit

Báðir farnir

Hetta ein sjáldsama svárur missur og hvøkkur fyri matstovuvinnuna í Havn.

https://birkblog.blogspot.com
20. februar 2025 kl. 11:05

Nú John Mikkelsen andaðist, 50 ára gamal, er tað bara ein vika síðan vit mintust Jógvan Steingrím Rasmussen í Hoyvíkar kirkju.

Hann bleiv 42 ára gamal. Meðan deyðin savnar og fær okkum at steðga á og minnast, er løtan altíð merkt av, at høvuðspersónurin er burtur, tikin úr tíðini, so sum vit kenna hana.

Umframt at vera størsta sorg fyri tey, ið eftir sita, er hetta ein sjáldsama svárur missur og hvøkkur fyri matstovuvinnuna í Havn.

Báðir í besta blóma, høgt virdir fyri fremstu tænastu, John í mong ár við tiltikna bankatoskinum og tí, sum havið gav, fruits de mer, og aðrar tíðir úr haga, altíð boðreitt við gestinum í avgjørda miðdeplinum, so upplivingin flutti teg úr staðnum og tók teg úr tíðini, ta løtu borðreiðingin vardi. Nú ert tú sjálvur farin.

Vit skilja ikki, men syrgja við teim syrgjandi.

Takk fyri minnini.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

Í gjár kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12