Ongi úrslit

Burdi havt heilsuávaring

Flesk er oftast varðveitt við nitrit.

Jóhanna Højgaard
20 tímar síðan

Ein bólkur av vísindafólkum í Bretlandi halda at flesk- og skinkuvørur, sum vit føroyingar eisini dáma avbera væl at eta, skulu hava heilsuávaringar á pakkanum, eins og tær vit kenna frá tubbakvørum.

Hesir serfrøðingar halda, at kjøtið, sum oftast verður varðveitt við kemikalium, sum kallast nitrittir, hevur við sær ein krabbameinsvanda, sum fylgjandi bretskar stjórnir ikki hava megnað at loyst.

Tey heita á stjórnina um at gera okkurt við tað, eftir vaksandi prógvum fyri at hesar matvørur kunnu økja um vandan fyri krabbameini, serliga krabbameini í tjúkktarminum.

Hetta slagið av krabba er ein vaksandi diagnosa, serliga hjá ungum, av orsøkum, sum framvegis eru ógreiðar, hóast økjandi gransking av møguligum orsøkum.

At matvøra innihaldandi nitrit er krabbameinsframkallandi, er ikki nakað nýtt. WHO ávaraði um vandan longu í 2015, men tað eru alt ov fá fólk sum vita um hettar og tí rópa vísindafólkini nú varskó.

Umframt í fleski, verður nitrit ofta koyrt í skinku, hamburgara, og ymisk annað fyri at fáa litin penan, og fyri at tálma vøkstrinum av bakteriuni Clostridium botulinum. Hendan bakterian kann elva til pylsueitur.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44