Ongi úrslit

B71 hevur keypt danskan miðvallara

Jonathan Canto Nielsen hevur eitt nú roynt seg í FCK og BK Frem

B71
21 tímar síðan

B71 skrivar soleiðis í kvøld:

Vit hava hildið ein lítlan steðg í eina tíð, men nú eru vit aftur við fleiri leikarakunngerðum, og vit leggja bragdliga fyri við einum fyrrverandi stórtalenti í donskum ungdómsfótbólti.

Jonathan Canto Nielsen fyllir 25 ár rundanum nýggjárið, men hevur longu nú eitt sera rúgvismikið CV og hevur leikt við alskyns donskum liðum, umframt týskum, meksikanskum og italskum liðum. Seinastu tíðina hevur Jonathan tó verið heima aftur í BK Frem og leikt, áðrenn hann valdi at leggja leiðina til lítla oyggjalandið í Norðuratlantshøvum at royna seg.

Canto byrjaði annars ungdómsleikaratilveruna í FCK, har fyrrverandi B71 unglingin Brandur Olsen sum kunnugt eisini byrjaði. Harafturat hevur ungi og evnaríki miðvalllarin verið forbí og leikt í FC Roskilde, ið B71arar kenna orsaka av Valdemar Schousboe, ið fór hagar, eftir uppihaldið sítt við B71.

Jonathan er miðvallaleikari og verður sagdur at hava gott eyga fyri spælinum og bjóðar av í nærdysti.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum Jonathan, vælkomin til B71 og góða eydnu víðari!

Drívið á B71!

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17