Ongi úrslit

B68 kann siga takk fyri seinast

Eftir europeisku eyðmýkingina fer NSÍ fyri fyrstu ferð at spæla kappingardyst, ið verður á útivølli ímóti B68, sum fyrr í ár varð eyðmýkt í Runavík

Jóannes Hansen
3. august kl. 14:45

Tað er bara ein dystur í bestu deildini í dag. Hann verður á Svangaskarði kl. 17.15, tá ið B68 fær vitjan av NSÍ.

Hjá NSÍ er talan um fyrsta kappingardyst, síðani liðið var fyri eyðmýkjandi 5-0 tapi á útivølli í Finnlandi í Conference League.

Hjá B68 er hetta fyrsti dystur ímóti grannunum síðani øgiligu eyðmýkingina, sum tað var, tá ið tað í 3. umfari, sum var 30. mars, endaði við 11-0 heimasigri í grannauppgerðini millum NSÍ og B68.

NSÍ er næstfremst við 35 stigum, og B68 er á sjeynda plássi við 18 stigum.

Í gjár var ein dystur í bestu deildini.

Víkingur vann 2-1 á útivølli ímóti 07 Vestur, sum er aftast við sjey stigum. Víkingur er á fórða plássi við 27 stigum.

Í morgin klokkan 16 spæla FC Suðuroy og HB á Eiðinum  í Vági. Síðsti dysturin í hesum umfarinum er tann millum EB/Streym og KÍ. Upprunaliga skráin segði, at hann var í dag, men orsakað av Europa luttøkuni hjá KÍ er hann útsettur til mikudagin 24. september.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Ikki føroyskar gentur

15 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14