Ongi úrslit

B68 hevur sett nýggjan høvuðsvenjara

Hann hevur áður í trý ár verið hjálparvenjari á Svangaskarði

B68.fo
30. oktober 2025 kl. 10:35

B68 skrivar soleiðis í dag:

Vit eru sera fegin at kunna kunngera, at gamli kenningurin Aleksandar Jovevic er settur sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum.

Aleksandar er ikki ókendur í B68 — hann hevur áður verið her í 2018, 2020 og 2021 sum hjálparvenjari, og var ein týðandi partur av toyminum, sum fekk felagið aftur í Betri Deildina.

Seinasta árið hevur hann roynt seg uttanlands, har hann hevur havt eitt spennandi starv í Barein hjá felagnum Ali CSC.

“Eftir at hava verið í Barein, eri eg ótrúliga glaður at vera aftur í B68. Eg hevði nøkur góð ár her, tá vit fluttu upp í 2020, og eg bleiv sera góður við bæði felagið og fólkini her. Tá eg fór tá, føldi eg, at hetta ikki var tann seinasti kapittulin hjá mær í B68. Nú eri eg aftur – og eg eri bæði glaður og spentur upp á hesa avbjóðingina. Good to be back home, skrivar B68.

Mest lisið hesa vikuna

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Bjørk boykottast

Í gjár kl. 21:01

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

15 tímar síðan

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19