Ongi úrslit

B68 bombarin er funnin

Tíðindini av Svangaskarði í kvøld eru, at ein av fremstu málskjúttunum í 2023 nú fer at spæla við B68

Jóannes Hansen
21. desember 2023 kl. 22:12

B68 boðar í kvøld frá, at Tofta Ítróttarfelag hevur skrivað undir sáttmála við Brian Jakobsen. Álopsspælarin spældi síðsta kappingarár við AB, har hann skoraði 11 mál og var sjeyndi besti málskjútti í bestu deildini.

32 ára gamli Brian Jakobsen spældi fram til og við 2018 við barndómsfelagnum á Skála. So var hann í fýra ár í B36, áðrenn hann undan síðsta kappingarári flutti út á Argir. Sambært faroesoccer.com hevur Brian Jakobsen spælt 176 dystir í bestu landskappingini og skorað 56 mál.

Í 2019 og 2020 var Jákup á Borg venjari, tá ið Brian Jakobsen spældi við B36, og nú eru teir aftur í sama felag.

 

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12