Ongi úrslit

B36 spælir 90 ára føðingardagsdyst móti grannunum

Í Klaksvík, Gundadali og á Argjum er setningurin at elta NSÍ

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Fýra dystir í bestu fótbóltsdeildini eru á skránni í dag og í kvøld.

Fyrsti dysturin var leygarkvøldið, tá ið NSÍ við 2-1 sigri á Svangaskarði, legði seg á odda við 10 stigum.

Í dag hava KÍ, Víkingur, HB, B36 og AB møguleika at taka seg nærri toppinum.

KÍ, sum hevur fimm stig, hevur vitjan av Víkingi, sum eftir tepurt tap í Runavík í fyrsta umfari hevur vunnið fýra stig á heimavølli ímóti B36 (0-0) og HB (2-1).

HB og B36, sum í næstsíðstu viku fór um tey 90, hittast í kvøld í Gundadali. B36 hevur sjey stig, og HB hevur seks stig.

Uppflytararnir á Argjum hava seks stig. Teir taptu í triðja umfari tepurt í Runavík eftir sigrar í tveimum teimum fyrstu umførunum. Í dag hava teir vitjan av 07 Vestur, sum við 1-0 heimasigri ímóti Skála vann fyrstu stigini í ár.

EB/Streymur, ið vann fyrsta stigið í málleysa heimadystinum ímóti KÍ, er gestur hjá Skála, sum er einasta liðið, sum eini stig hevur vunnið.

 

KÍ – Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 15.00

Skála – EB/Streymur: Rani Andrasson Skaala kl. 17.15

HB – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

AB – 07 Vestur: Heini Ziska Viðoy kl. 15.00

 

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12