Ongi úrslit

Avlopið hjá Betri Banka fyrra hálvár var 146 millónir

Fyrra hálvárið hjá Betri banka hevur verið merkt av framhaldandi øktum virksemi hjá bankanum, og úrslitið vísir eitt avlop á 146 mió. krónur eftir skatt

Betri Banki
5. sepember kl. 18:11

Eftir fleiri ár við hækkandi rentustøði, hevur tað verið lækkandi síðan juni í fjør. Tískil lækka rentuinntøkurnar hjá bankanum eisini fyrra hálvár í ár.

Góða gongdin hjá privat- og vinnukundum hevur tó ført til ein øktan eftirspurning eftir fígging, umframt ein stóran vøkstur í innlánum. Harvið vuksu útlánini við umleið 500 mió. krónur, og innlánini vuksu við umleið 1 milliard krónum fyrra hálvár í ár.

Harumframt hevur bankin havt góð íløguavkast samstundis sum tað er eydnast at halda útreiðslunum niðri. Leiðslan í Betri Banka metir tí hálvársúrslitið at vera nøktandi, men metir tó, at lækkandi renturnar fara at síggjast aftur í úrslitinum við árslok.

“Úrslitið hjá Betri Banka fyrra hálvár er eitt úrslit av, at vit støðugt fáa fleiri kundar, megna at hava tamarhald á útreiðslunum og at tað framvegis er framgongd í føroyska búskapinum.”, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Hálvárið í stuttum

• Úrslitið eftir skatt er 146 mió. krónur

• Úrslitið áðrenn skatt er 178 mió. krónur

• Fíggjarstøðan javnvigar við 13.550 mió. krónur • Útlánini eru 9.079 mió. krónur

• Innlánini eru 10.489 mió. krónur

• Eginpeningurin er 2.620 mió. krónur

Roknskapurin hjá Betri Banka sæst við at trýsta her

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

10 tímar síðan