Í eini avhoyringarfrágreiðing, sum er goymd í teimum meira enn trimum milliónum síðunum av útgivnum Epstein-skjølum, verður pástandurin hjá forsetanum um, at hann ikki var vitandi um Epsteins'a misnýtslu av ungum gentum, avbjóðaður.
Stutt eftir fyrstu kanningina hjá løgregluni av Jeffrey Epstein miðskeiðis í 00-árunum, ringdi Donald Trump eftir øllum at døma til løgreglustjóran í Palm Beach í Florida, fyri at vísa sína takksemi yvirfyri myndugleikunum.
Tað stendur í skjali, sum millum onnur CNN hevur greitt frá.
-Takk Gud, at tit steðga honum. Øll vistu, at hann gjørdi hetta, skal Trump hava sagt. Nakað, sum beinleiðis er í mótsøgn til hansara fyrru útsøgn.
Sambært Miami Herald, sum fyrst greiddi frá skjalinum, er samrøðan frá 2019 og var framd av FBI.
Uppkallið frá Trump, sambært blaðnum, fór fram umleið ár 2006 - stutt eftir at kanningin av Epstein gjørdist almenn.
Donald og Melania Trump saman við Jeffrey Epstein og Gillaine Maxwell
Sambært FBI-skjalinum segði Trump við løgreglustjóran at samstarvsfelagin hjá Epstein, Ghislaine Maxwell, var ónd, og at løgreglan skuldi fokusera á hana.
Trump skal eisini hava sagt, at hann einaferð var nærhendis Epstein, meðan tannáringar komu á staðið, men at hann skundaði sær vekk.
Ein embætismaður í amerikanska rættarmálaráðnum sigur tó við CNN:
- Vit vita ikki um nøkur staðfestandi prógv fyri, at forsetin setti seg í samband við løgregluna fyri 20 árum síðani.
Spurningurin um vitan hansara um Epstein og brotsverk hansara er komin upp aftur, eftir at milliónir av skjølum eru komin út um dømda kynsbrotsmannin.
Trump hevur viðurkent, at hann og Epstein kendu hvønn annan í 1990-árunum, men hann hevur støðugt noktað fyri nakrari vitan um brotsverkini hjá Epstein.
Skjalið reisir tó nýggjar spurningar um, hvat Trump visti, og nær hann visti tað.