Ongi úrslit

Avgerðin fellur í Vágum í morgin

Áki Bertholdsen
29. august kl. 11:12

Klokkan trý seinnapartin í morgn, leygardagin, skulu 31 ross dystast við flúgvarabedingini við flogvøllin. Breytin hjá Vága Ríðingarfelag er karmur, um seinastu av fimm FM kappingum hetta kalendarárið.

Ríðisambandið sigur, at spenningur er í flestu greinum og nú bara seinasta kappingin restar í, hevur enn einki ross tryggja sær FM heitið.

Í tølt er kappingin ímillum Tango, sum hevur 24 stig og Brynjar, ið er á 22 stigum. Silja G. Eystberg ríðir á Tango og Regin Johannessen á Brynjar.

Skeiðkappingin er eisini spennandi, har er Stígur á odda við 24 stigum og Brúni nummar tvey við 22 stigum. Randarsól Heinesen ríður Stíg og Jóannes Debes Brúna.

Í trav hava trý ross møguleika at vinna FM, mest sannlíkt vera tað tó systkinabørnini innan úr Eysturoynni, Lív Djurhuus og Simona Tornby ið fara at dystast um FM. Tær ríða á ávíkavíst Dropa og Gígi sum hava 19 og 18 stig. Doran sum Fía Nolsøe ríður hevur 15 stig.

Tvíspor ung greinin, hevur ein greiðan FM favorit, talan er um Thor sum Sólrun Lútzen ríður, hann hevur 26 stig, nummar tvey er Kiljan, ið hevur 21 stig. Simona Tornby ríður á Kiljan.

Seinasta greinin á degnum, er Tvíspor vaksin. Har hevur verið stórur spenningur alt kappringarárið, men eftir Heystkappríðingina í Havn herfyri, vann Sirkill sær ein fyrimun og man hann nú metast at hava rættiligan góðan møguleika at vinna FM. Sirkill sum Ranja H. Djurhuus ríður hevur 21 stig.

Sirikill kappast á degnum móti Svannu, sum Barbara Carlsen ríður, Svanna hevur 17 stig. Síðani koma tvey ross við 16 stigum, tey eru Grani, sum ikki verður við hesuferð og Bragi, sum Elisabeth Niclasen ríður.

So her eru nógv ross ið hava møguleika at vinna FM heiðursmerkir, men sjálvandi telur tað eisini nógv at vinna á degnum.

Stigini í kappríðing telja soleiðis nr. 1, 7 stig nr. 2, 5 stig, nr. 3, 4 stig, nr. 4, 3 stig nr. 5, 2 stig og nr. 6, 1 stig, sigur Ríðisambandið.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47