Nú Løgtingsval verður aftur 26 mars, er tað greitt, at ein av profilunum í føroyskum politikki í næstan ein mansaldur, Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, verður ikki aftur at síggja í nývalda Løgtinginum.
Tað er nakað síðani, at hann tók avgerð um at hann fór ikki at stilla upp aftur. Og nú Løgmaður brádliga úrskrivaði løgtingsval, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at hann stendur við avgerðina og fer ikki at stilla upp aftur.
Hann sigur, at nú hevur hann verið í politikki í eini 30 ár, og tað má vera nóg mikið.
Fyrstu ferð at hann var á tingi var í 1996, tá ið hann var eykamaður eitt skifti, men hann varð valdur í 2002 og síðani hevur hann verið løgmaður, landsstýrismaður og løgmaður út í eitt til nú.
Á seinasta løgtingsvali fekk Kaj Leo Holm Johannesen 308 atkvøður. Men eitt skifti var hann av heilt stóru atkvøðu slúkunum tí á valinum í 2011, fekk hann heilar 1.979 atkvøður og tað var nógv meiri enn nakar annar fekk.
Fyri nøkrum árum síðani endaði hann í rullustóli vegna sjúku og tað hevur gjørt avgerðina um at gevast, lættari.
Kaj Leo Holm Johannesen er 61 ár gamal, so enn er hann í góðum árum. Og hann er heldur ikki bangin fyri at hann fer at keða seg, hóast hann pensjóneraði seg úr politikkinum.
Nú hann endaði í koyristóli, varnaðist hann av álvara, hvussu illa samfelagið er skipað til fólk við skerdum førleikum. Tað fekk hann at stovnað áhugafelagið, Koyristólur - skerdur førleiki, ella KF felagið, og hann sigur, at nú fer hann at brúka tað mesta av síni tíð har.
Felagið hevur sín fyrsta aðalfund næsta leygardag í høllini við Tjarnir. Fundurin verður klokkan 13.30 so at eisini suðuroyingar sleppa norður og suður sama dag.
– Tað hevur øgiliga stóran týdning, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Felagið er ikki bara fyri fólk, sum sita í koyristóli, men fyri øll, sum hava skerdar førleikar av ymsum slagi. Í løtuni eru ímillum 100 og 200 limir í felagnum, so tað er eitt av teimum størru áhugafeløgunum.
Annars váttar Kaj Leo Holm Johannesen at hann hevur skrivað fyrstu reglurnar í eini bók við endurminningum.
– Tað verður mín lívssøga, heilt frá barnaárunum til dagin í dag, sigur hann. Hann sigur, at hann hevur upplivað so nógv, at kunsturin verður at avmarkað bókina, so at hon ikki verður meiri enn 300 - 400 síður
Men nær hon kemur út, er púra óvist enn.